04.10.2021 · Løgmansskrivstovan

Samstarvsráðið styrkir ríkisfelagsskapin

Samstarvsráðið styrkir ríkisfelagsskapin
1 / 2

Nýggja samstarvsráðið millum Danmark, Føroyar og Grønland fer nú til verka. Seinnapartin hava teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og Muté B. Egede undirskrivað eina avtalu, ið ásetur karmarnar fyri samstarvið. Nýggja samstarvsráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis.

”Vit mugu áhaldandi virka fyri at gera ríkisfelagsskapin tíðarhóskandi. Eg haldi, at nýggja samstarvsráðið er eitt greitt og ítøkiligt úrslit av góða og semjusøkjandi samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland seinastu árini. Vit merkja stútt og støðugt ein størri áhuga fyri Føroyum frá stórveldinum, og eg vænti, at samstarvsráðið fer at hava ein týðandi lut í at tryggja okkum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskiftini komandi árini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Umboðini í samstarvsráðnum eru ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Føroyar hava formansskapin næsta ár, í 2022.