10.06.2022 · Løgmansskrivstovan

Samdir um at styrkja samstarvið

Samdir um at styrkja samstarvið

Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum.

Fyrrapartin vitjaðu løgmaður og Múte B. Egede MBM í Hoyvík, umframt Havstovuna og Sjóvinnuskúlan.

Eftir døgurða fóru teir á fund saman úti í Tinganesi. Á fundinum umrøddu teir millum annað, hvussu til ber at styrkja samstarvið millum Føroyar og Grønland, eitt nú á fiskivinnuøkinum. Báðir vóru teir samdir um, at samstarvið eigur at styrkjast.

Í morgin skulu Múte B. Egede og Løgmaður millum annað vitja Hondbóltssambandið og Løgtingið.