![Samdir um at styrkja samstarvið](https://landsstyri.cdn.fo/savn/16727/løgmaður-múte-í-tinganesi.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.50166666666666671,0.44888888888888889&rmode=crop&t=588&s=jQkKzkJpzXy8YWZE-qUJuADKZFo)
Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum.
Fyrrapartin vitjaðu løgmaður og Múte B. Egede MBM í Hoyvík, umframt Havstovuna og Sjóvinnuskúlan.
Eftir døgurða fóru teir á fund saman úti í Tinganesi. Á fundinum umrøddu teir millum annað, hvussu til ber at styrkja samstarvið millum Føroyar og Grønland, eitt nú á fiskivinnuøkinum. Báðir vóru teir samdir um, at samstarvið eigur at styrkjast.
Í morgin skulu Múte B. Egede og Løgmaður millum annað vitja Hondbóltssambandið og Løgtingið.