07.01.2023 · Løgmansskrivstovan

Røða: Tit flyta Føroyar fram á leið

Røða: Tit flyta Føroyar fram á leið

Løgmaður Aksel V. Johannesen flutti í dag fram røðu til móttøkuna fyri nýggja skipinum hjá Bakkafrost, Bakkafossur.

Røðan kann lesast niðanfyri.

Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið

***

Góðan dag øll somul.

Tað eina summarið um aldarskiftið, arbeiddi eg á Roykivirkinum í Klaksvík, meðan eg hevði frí frá løgfrøðilesnaðinum.

Uppgávan var at standa við avhøvdaran og taka í móti snøgga og skyggjandi laksinum, ið kom ein fyri og annar eftir inn eftir bandinum.

Longu tá fekk eg eyguni upp fyri, at føroyski laksurin er ein fyrsta floks vøra.

Men eg haldi ikki at tað var greitt fyri meg ella nakran annan tá, at føroyski laksurin, nú góð 22 ár seinni, fór at vera ein av stóru motorunum í føroyska búskapinum, og harvið eisini púra avgerandi fyri trivnaðin í okkara vælferðarsamfelagi.

Tí hóast tað gekk væl í føroysku alivinnuni tá – hildu vit – vóru umstøðurnar heilt øðrvísi enn tær eru í dag.

Seinastu árini hevur føroyska alivinnan – við Bakkafrosti á odda – tikið stór fet. Føroyska alivinnan og Bakkafrost eru í dag fremst í heiminum, og tað eru flest allir føroyingar sera ernir av. Og samstundis er Bakkafrost ein stórur og týdningarmikil viðleikari í samfelagnum.

Men við heiðrinum sum Føroya størsta fyritøka, fylgir eisini ein stór ábyrgd yvirfyri samfelagnum og lokalsamfelagnum.

Hetta er ein ábyrgd, sum eg veit, at tit áhaldandi hugsa um, og eisini bera við stoltleika.

Somuleiðis hvílir ein ábyrgd á okkum politikarum at geva tykkum í vinnuni tryggar og góðar karmar. Tað ynskja vit framhaldandi. Lat ongan iva vera um tað.

***

Í dag vísa tit aftur, at tit ganga á odda og taka enn eitt stórt fet inn í framtíðina.

Stásiliga skipið Bakkafossur ber boð um ta rívandi menning, ið Bakkafrost er og hevur verið í seinastu 10-12 árini. Ikki bara tí at skipið er millum heimsins størstu tænastuskip og kann taka nærum tvífalt so nógvan livandi fisk sum Hans á Bakka.

Men eisini tí at skipið vísir í verki, hvussu tit á Bakkafrosti støðugt hugsa um framtíðina fyri føroyska aling. Hvussu tit kunnu betra um og effektivisera virksemið og hvussu tit kunnu gera alingina burðardyggari. Lat meg stutt nevna trý øki.

Fyri tað fyrsta er Bakkafossur serútgjørdur til at kunna loysa uppgávur í sambandi við møguliga aling á opnum havi. Eg eri ikki í iva um, at verður hetta møguligt, so verður tað framtíðin fyri føroyska aling.

Fyri tað næsta, so hevur Bakkafossur fremstu tøknina til avlúsing við feskvatni. Hetta er til gagns fyri bæði fisk og umhvørvið.

Og fyri tað triðja hevur Bakkafossur eina hybrid skipan, soleiðis at hann eisini kann koyra við battaríum afturat motorunum. Ja faktiskt er talan helst um Føroya fyrsta plugin-hybrid skip, tí Bakkafossur eisini hevur møguleika at løða battaríini við landstreymi.

***

Nýggja landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja grøna orkuskiftið, náttúruvernd og burðardygd í øllum samfelagnum.

Eisini her er Bakkafrost ein týdningarmikil viðspælari, sum vísir vegin innan grøna skiftið.

Eg veit, at tit leggja dent á at minka um umhvørvisárin og at grønka um orkunýtsluna.

Tit hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við at betra um heilsustøðuna í havinum og minka um tapi av lívfrøðiligum margfeldi.

Og síðsta heyst tóku tit eitt fyrsta stig á leiðini til at fremja grøna skiftið á sjónum, tá tit fingu elrikna alibátin Grónarók.

Hetta er neyðugt. Tí eg veit, at kundarnir í París, New York og London fegnir gjalda ein hægri prís, tá atlit verður tikið til umhvørvið.

***

Alt hetta vísir, at tit áhaldandi hava fyri eygað, ta ábyrgd fyri samfelagnum, ið tykkum er latin upp í hendur. Ikki bert at flyta Bakkafrost inn í framtíðina, men eisini at flyta Føroyar fram á leið. Til einar burðardyggari og grønari Føroyar.

Eg skal at enda vegna Føroya landsstýri, ynskja tykkum hjartaliga tillukku við Bakkafossi og Guds signing yvir skip og manning.

Takk fyri.

Aksel V. Johannesen, løgmaður