01.11.2020 · Løgmansskrivstovan

Røða: Sjógvurin føðir føroyingar nær og fjar - men krevur eisini sítt

Røða: Sjógvurin føðir føroyingar nær og fjar - men krevur eisini sítt

Løgmaður hevur seinnapartin flutt fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólátnu á Vinnuháskúlanum í Havn.

Røðan kann lesast niðanfyri:  

Góðan dagin øll somul!

Í 1941 hoyrist ein øgiligur hvøllur frá einari minu. Undir Íslandi fer skonnartin Sólaris eftir einari lítlari løtu á gronina og søkkur. Átta mans eru umborð. Fimm teirra síggjast ikki aftur, í sjónum svimja tríggir mans, sum eftir tógvi stríð vinna sær upp á ein flaka.

Á flakanum er kalt at sita – og tað, sum verri er, her er einki til matna, og tað er ómøguligt at halda hitanum. Støðan er sera hættislig.

Hendingin undir Íslandi fer fram undir seinna veraldarbardaga. Sólaris siglir við koli úr Onglandi til Føroya og keypir fisk í Íslandi, sum síðani verður seldur í Onglandi.

Hetta eru sera vandamiklar sjóferðir, og nógv skip spurdust ikki aftur. Annaðhvørt søktu týskir kavbátar og flúgvarar tey, ella sigldu skipini á minur.

Sum manningin umborð á Sólaris sigldu okkara sjómenn til frama fyri land og fólk. Í landsins tænastu. Tí tað var neyðugt at sigla fyri at breyðføða fólkið og skapa liviligari kor í landinum.

Á flakanum undir Íslandi 1941 sita teir tríggir menninir á flakanum í 54 tímar uttan vátt ella turt. Brádliga legst ein kópur nær flakanum. Teir fáa lívið av honum við einari ár, drekka síðani blóðið og súgva lýsið úr kópinum. Teir tríggir ernast og kunnu rógva nærri landi. Eftir 84 tímar á flakanum verða teir loksins bjargaðir av íslendskum útróðrarmonnum.

Tann eini av teimum trimum monnunum, ið vórðu bjargaðir var abbi mín, Petur.   

Í ár eru 75 ár liðin síðani seinna heimsbardaga. Tíðarskeiðið 1940 til 1945 hevur sett djúp sár eftir seg.

Seinni heimsbardagi er ein stórur sogarleikur í okkara siglingarsøgu.

Í tølum kunnu vit síggja teir sorgarleikir, sum fóru fram her hjá okkum og kring heimin. Hetta eru ræðandi tilburðir og tøl. Í alt 213 føroyingar doyðu í vandasigling, og eftir sótu nógvar ungar einkjur og faðirleys børn.

Sorgina í mongum heimum í Føroyum kunnu vit kortini ikki gera upp í tølum. Sorgin er eisini trupul at seta orð á. Svári missurin, sum nógvir av landsmonnum okkara og teirra avvarðandi hava kent av øllum tí, sum fór fram undir krígnum, hevur verið stórur. Sárini á sálina kunnu vit heldur ikki gera upp í tølum.

Eftir seinna heimsbardaga samtykti Løgtingið, at allahalgannadagur, ið er ein aldargamal minningardagur, skuldi haldast sum minningardagur teirra sjólátnu. Samtyktin sigur ikki bara nakað um umstøðurnar her í Føroyum. Samtyktin sigur eisini nakað um samanhaldið millum fólk okkara. At tá ið á stendur, og sorgin og deyðin vitja, tá hyggja vit ikki burtur. Vit standa saman við teimum, sum hava mist, og vísa teimum virðing og stuðul.

Tað vóru átta mans umborð á Sólaris á veg til Íslands í 1941. Sjey teirra vóru úr Sandavági – ein úr Vestmanna. Fimm mans sjólótust, meðan tríggir komu frá hendingini við lívinum. 

Tað er sjálvandi nógv broytt, síðani Sólaris rakti eina minu, sprongdist og sakk.

***

Skipini í dag eru tryggari, túrarnir styttri og góðu samskiftismøguleikarnir taka broddin av okkara størsta ótta og stúran.

Hjá nógvum ungum føroyingum stendur hugurin enn til havið. Ein tráan at pløga í eystan og vestan, sunnan og norðan. Hetta undurfulla, dragandi havið, sum umgyrðir okkara yndisligu, hugtakandi vøkru oyggjar úti í Norðuratlantshavi.

Við røskum, væl útbúnum sjófólki og góðum, tryggum skipum fegnast vit, tá farið loysir frá landi og setur kós út í havsbrúnna. Slíkt leggur støði undir ein fjølbroyttan føroyskan búskap. Men ongantíð er hetta vandaleyst, og ongantíð uttan ótta. Havið er og verður ein góður tænari, men havið kann eisini vera ein kargur og óunniligur harri.

At liva av havinum og við havinum er dýrabart, men vandafult.

Samstundis sum sjógvurin føðir føroyingar nær og fjar, krevur sjógvurin eisini sítt. Onkuntíð heilar manningar, sum ganga burtur. Onkuntíð einstaklingar. Onkuntíð í illveðri á opnum havi, men viðhvørt í silvitni og logn í tryggari havn.

Árið í ár er eitt hendingaár, og vit kunnu takka Harranum fyri, at eingin er sjólætin síðani vit seinast vóru savnaði her. Tí fara vit ikki í dag at nevna nøvn, men vit reisa okkum og minnast í tøgn tey, ið á ymsan hátt ikki bóru boð aftur í bý.

Takk.

Bárður á Steig Nielsen

løgmaður