06.04.2017 · Løgmansskrivstovan

Røða: Burðar- og barsilsdeildin ein bulur í fólkavøkstrinum

Røða: Burðar- og barsilsdeildin ein bulur í fólkavøkstrinum

FÓLKATAL: Løgmaður nýtti fyrrapartin høvi til at ynskja burðar- og barsilsdeildini og øllum í Føroyum eitt stórt til lukku, nú vit fyri fyrstu ferð eru 50.000 fólk í Føroyum.

Burðar- og barsilsdeildin, ið fyrr varð rópt føðideildin, er ein ein bulur í fólkavøkstrinum. Tað segði løgmaður millum annað í røðu síni, tá ið hann fyrrapartin vitjaði Landssjúkrahúsið, nú vit fyri fyrstu ferð eru yvir 50.000 í Føroyum.

"Burðar- og barsilsdeildin er av sonnum kjarnan í fólkavøkstrinum. Tí er tað fyri mær sjálvsagt at markera henda søguliga varða saman við tykkum. Her byrjar lívið hjá teimum flestu. Tit eru karmur um fyrstu kollveltandi tíðina hjá foreldrum og ikki minst nýføðinginum, sum kemur úr tryggu avbyrgdu leguni í móðurlívi. Og sum brádliga skal venja seg við síni foreldur, seg sjálvan, og lívið sum heild", vísti løgmaður millum annað á.

Løgmaður nýtti í røðu síni eisini høvi til at ynskja burðar- og barsilsdeildini og øllum í Føroyum eitt stórt til lukku við hesum megnar felags avrikið.

Røða løgmans kann lesast her