03.05.2019 · Løgmansskrivstovan

Røða: Ársins íverksetari sær møguleikar í talgildingini

Røða: Ársins íverksetari sær møguleikar í talgildingini

Seinnapartin flutti løgmaður fram røðu, tá ið ársins íverkseti varð tilnevndur á Íverksetaradegnum í Løkshøll í Runavík.

Løgmaður flutti hesi orð fram:

Góðan dagin, øll somul!

Ársins íverksetari fór undir sítt virksemið í 2015, og hevur longu nú gjørt vart við seg bæði á føroyska og danska marknaðinum.

Handan ársins íverksetara er eitt dugnaligt toymi, sum stendur saman um at skapa framskygnar loysnir í øktu talgildingini. Málið er at gera tað lættari at innkrevja pening við nýmótans gjaldsloysnum, og lættari hjá kundunum at rinda.

Marknaðurin hjá fyritøkuni kann vera allur heimurin, og tí kann ein slík fyritøka fáa sera stóran týdning fyri føroyska vinnulívið og samfelagið.

Við KT sum vinnugrein eru stórar vakstrarmøguleikar, og hetta hava stigtakararnir handan vinnandi fyrtøkuna dugað at gagnnýtt. Fyritøkan byggir á høgt vitanarstøði.

Fyritøkur innan KT vinnuna krevja vanliga nógvan pening til menning. Ofta er neyðugt at brúka nógvan pening, áðrenn inntøkur og úrslit síggjast aftur. Soleiðis hevur eisini verið hjá ársins íverksetara, sum hevur dugað væl at finna nýggjar íleggjarar, umframt fígging, so hvørt sum tørvurin er vaksin. Til at fáa slíkt at bera til krevst bæði stórt áræði og dirvi.

Vøksturin í umsetningi hevur verið stórur, síðan fyritøkan fór undir sítt virksemi, og grundað á, at slík feløg vanliga krevja ein stóran umsetning fyri at fáa stórt avkast, metir dómsnevndin, at felagið hevur góðar møguleikar fyri at fáa góð úrslit framyvir.

Størsti parturin av umsetninginum hjá Ársins íverksetara er uttanfyri Føroyar. Dómsnevndin sær sera stórar møguleikar í fyritøkuni, og um fíggjarligu gongdina kann sigast, at umsetningurin er vaksin skjótt. Fyritøkan hevði yvirskot bæði í 2017 og í 2018.

Ársins íverksetari 2019 er Farpay!

Hjartaliga, hjartaliga til lukku við heiðrinum!