29.09.2021 · Løgmansskrivstovan

Pól Rosenmeyer Wolles nýggjur deildarstjóri

Pól Rosenmeyer Wolles nýggjur deildarstjóri

Pól Rosenmeyer Wolles er settur sum nýggjur deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni. Nýggi deildarstjórin fer at standa á odda fyri toyminum, sum í gerandisdegnum er kring løgmann.

Millum høvuðsuppgávurnar er at hava yvirskipaðu ábyrgdina av kunning, samskifti og ritarapartinum. Eisini hevur deildarstjórin ábyrgdina av at samskipa landsstýrisfundir og samgongufundir.

Pól Rosenmeyer Wolles er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, og hann hevur síðani 2015 arbeitt í danska verjumálaráðnum og danska uttanríkisráðnum. Hann byrjar í starvinum tann 1. november.