24.08.2012 · Løgmansskrivstovan

Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, farin

Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, farin

Pauli Ellefsen varð føddur 20. apríl 1936 í Miðvági.

Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1974 og sat á tingi til 1990, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Árini 1977 til 1987 og 1989 til 1990 hevði hann sæti á fólkatingi, løgmansskeiðið undantikið.

Pauli Ellefsen bleiv løgmaður Føroya 5. januar 1981, tá ið Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fóru í samgongu. Hann sat í løgmanssessinum í fýra ár til 10. januar 1985.

Pauli Ellefsen varð formaður í Sambandsflokkinum 1974 til 1990.

Við Paula Ellefsen er ein hin fremsti og hægst virdi politikarin í nýggjari føroyskari søgu farin.
 

Okkara samkensla er við hansara avvarðandi. Vit drýpa høvur og ynskja Guds signing yvir minni hansara.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður