![Partabrøvini í P/F Smyril-Line ikki seld á hesum sinni](https://landsstyri.cdn.fo/savn/yxufgvvi/mynd-smyril-line.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=mZviCEsNcEPZoAz4TeBw3bpRf-A)
Í vár fekk løgmaður heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Faroe Law, Numo og Kamaradvokaturin Poul Schmith vunnu útboðið hjá Løgmansskrivstovuni um at standa fyri søluni.
Tilgongdin er nú komin at enda og niðurstøðan er, at eingin søla verður á hesum sinni av partabrøvunum, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Nakrir møguligir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð uppá partabrøvini.
Landstýrið fer í næstum at taka støðu til, hvat víðari skal henda við partabrøvunum.