11.06.2021 · Løgmansskrivstovan

Nýggjar tíðir í ríkisfelagsskapinum

Nýggjar tíðir í ríkisfelagsskapinum

Samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum skal styrkjast enn meira. Tað eru teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum Mette Frederiksen, Múte Borup Egede, og Bárður á Steig Nielsen samd um.

Á fundunum á Marienborg í gjár varð avgjørt at seta eitt nýtt samstarvsráð á stovn, sum á hvørjum ári skal viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál. Nýggja samstarvsráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvið og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis. Umboðini í samstarvsráðnum verða ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Danski forsætisráðharrin, grønlendski landsstýrisformaðurin og løgmaður eru eisini á einum máli um, at fyrst og fremst Grønland, men eisini Føroyar fáa ein sjónligari leiklut í Arktiska Ráðnum.

“Ríkisfelagsskapurin er í løtuni í einari góðari legu. Vit tosa opið og beinleiðis um tær avbjóðingar, ið eru. Øll trý londini vilja finna loysnir, og tað er vegurin fram. Styrkin við ríkisfelagsskapinum hevur altíð verið, at hann hevur lagað seg til tíðina. Eg bæði vóni og vænti, at góða gongdin í løtuni heldur fram, tí vit standa sterkari saman enn hvør sær,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.