18.09.2019 · Løgmansskrivstovan

Nýggja landsstýrið havt sín fyrsta fund

Nýggja landsstýrið havt sín fyrsta fund

Landsstýrið hevði sín fyrsta landsstýrisfund fyrrapartin í dag.

”Mín høvuðsuppgáva verður at samskipa málini hjá landsstýrinum og tryggja at tey verða framd. Skulu vit røkka góðum úrslitum, verður neyðugt at samansjóða okkara sjónarmið og samstarva væl, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hava áður verið í landsstýrinum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, royna seg fyri fyrstu ferð í landsstýrinum.

Næsti landsstýrisfundur verður í komandi viku.

Um landsstýrisfundir

Landsstýrisfundirnir eru kjarnin í landsstýrisarbeiðinum. Teir eru eitt týdningarmikið amboðið at fáa heild og samljóð í politikkin hjá landsstýrinum.

Sambært stýrisskipan Føroya § 33, stk. 2 samskipar løgmaður starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir og ríkislógartilmæli o.a. verða løgd fram, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.