09.05.2023 · Løgmansskrivstovan

Nýggj trygdarpolitisk samtykt fyri Løgtingið

Nýggj trygdarpolitisk samtykt fyri Løgtingið

TRYGDARPOLITIKKUR: Komandi tingsetu ætlar landsstýrið at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri Løgtingið.

Trygdarpolitiska støðan er grundleggjandi broytt, og tí er tørvur á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki, sum breið politisk semja er um. Tað svarar løgmaður millum annað í einum §52a fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni hjá Sambandsflokkinum.

Samstarv við NATO

Løgmaður vísir á, at verju- og trygdarmál eru felags mál, og tí samstarvar landsstýrið við donsku stjórnina, eisini um komandi verjusemjuna.

"Vit raðfesta eisini samstarv og samskifti við NATO, hvørs ábyrgdarøki Føroyar eru partur av. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at vit eru eru partur av øllum tilgongdum og avgerðum, sum viðvíkja trygdini í Norðuratlatshavi," svarar Aksel V. Johannesen millum annað.

Nýgg samtykt

Landsstýrið ætlar at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri Løgtingið í komandi tingsetu. Seinasta samtyktin er frá 2004.

Sí svar løgmans her 

Visti tú, at...

Løgtingslimir kunnu sambært § 52a í tingskipanini seta landsstýrisfólkunum og løgmanni stuttar skrivligar spurningar um almenn viðurskifti. Hesir skulu verða svaraðir í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn. Um hann ikki verður svaraður, skal boðast frá við skrivligari grundgeving.

§ 52a spurningar verða ikki viðgjørdir í tinginum.