21.01.2022 · Løgmansskrivstovan

Nú taka vit seinastu stigini móti gerandisdegnum

Nú taka vit seinastu stigini móti gerandisdegnum

Landsstýrið hevur í dag lagt fram sína ætlan, um hvussu Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag har korona ikki fyllir alt.

Sjálvt um smittutølini dagliga seta met, so er sjúkrahúsverkið ikki undir trýsti. Tí er tíðin búgvin til stig fyri stig at fara burtur frá tí serstøðu, sum koronasmittan hevur havt seinastu tvey árini.

Frameftir skulu vit síggja koronasmittuna sum eina sjúku sum vit mugu liva við, eins og vit gera við flestu øðrum sjúkum, og tað skal vera ábyrgdin hjá tí einstaka at gera av, um hann loyvir sær at verða í vanda fyri at blíva smittaður ella ei, eins og til dømis við beinkrími.

“Eg gleðist um at vit í dag kunnu leggja eina ætlan fram um hvussu vit taka seinastu stigini móti vanliga gerandisdegnum. Eg veit, at hetta kann tykjast djarvt. Eg eri eisini fullgreiður yvir, at støðan lættliga kann broytast. Men eg haldi, at tað er týdningarmikið at fólk vita, at vit ætla okkum aftur til ein vanligan gerandisdag. ” Sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Ætlanin er gjørd í samráð við farsóttarnevndina og heilsumyndugleikan og byggir á hesi stig:

Frá í dag av

  • Savningarmarkið er framvegis 100 fólk, men har umstøðurnar loyva tí, kunnu fleiri enn 100 fólk savnast.
  • Fyrireikarar kunnu venda sær til koronaráðgevingina fyri at fáa nærri vegleiðing. Teldupost: corona@arb.fo

Frá 1. februar

  • Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vant.
  • Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett skulu ikki í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.
  • Mannagongdin í samband við koronakanningar verður broytt. Tey sum skulu kanna seg fyri korona, gera hetta við eini skundkanning.
  • PCR kanningar skulu 1. februar bert nýtast til:
    • Fólk við sjúkueyðkenni
    • Tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað. Tað vil siga húskið.
    • Fólk sum hava fingið positiva skundkanning.

Frá 15. februar

  • Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at bert tey sum eru smittað, sum skulu í sóttarhald.
    Tað vil siga fólk, sum hava eina positiva skundkanning ella positiva PCR kanning.

Frá 28. februar

  • Allar koronaavmarkingar verða tiknar av.
    Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi

Mynd: Bjarni Á. Rubeksen, KVF