27.10.2026 · Løgmansskrivstovan

Norðurlendskir stjórnarleiðarar vilja verja børn móti tøknirisum

Norðurlendskir stjórnarleiðarar vilja verja børn móti tøknirisum

Í dag løgdu átta norðurlendskir stjórnarleiðarar fram eina yvirlýsing, har teir standa saman um at verja børn og ung betur í talgilda heiminum.

Løgmaður, Beinir Johannesen, sigur soleiðis:

- Í Føroyum eru vit byrjað at seta átøk í verk og arbeiða við at seta aldursmark á sosialar miðlar umframt at fáa snildfonir úr skúlunum. Men tað er sjálvandi enn sterkari, tá øll Norðurlond nú standa saman. Eg havi gott álit á ungdóminum í Føroyum, men tað er uppgávan hjá okkum øllum – bæði politikarum, foreldrum og myndugleikum – at skapa bestu fortreytirnar hjá teimum at trívast.

Í yvirlýsingini verður ávarað um, at snildfonir, sosialir miðlar og vitlíki kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri trivnað, sálarheilsu, læring og menning hjá børnum og ungum. Stjórnarleiðararnir vilja tí herða reglurnar fyri snildfonir, tøknirisar og sosialar miðlar.

Millum átøkini eru aldursmørk á sosialum miðlum, færri snildfonir í skúlum og tiltøk móti vanaskapandi algoritmum og sniðgeving.

Boðskapurin í yvirlýsingini er í stuttum: Barnaárini hoyra børnunum til, ikki tøknirisunum.

Les Marienborg-yvirlýsingina í síni heild her.