07.11.2019 · Løgmansskrivstovan

Møguleikarnir í ríkisfelagsskapinum skulu gagnnýtast

Møguleikarnir í ríkisfelagsskapinum skulu gagnnýtast

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, eru á einum máli um, at mongu møguleikarnir í ríkisfelagsskapinum eiga at verða gagnnýttir.

Í dag hevur danski forsætisráðharrin vitjað í Føroyum. Fyrrapartin var fundur í Vestmanna, har løgmaður og danski forsætismálaráðharrin viðgjørdu samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

”Vitjanin í dag hevur sannført meg um, at viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum eru í einari góðari legu í løtuni. Tað er mín greiða fatan, at danir eru sinnaðir til at ganga fleiri av okkara ynskjum á møti. Bæði tá ið tað snýr seg um størri innlit í trygdar- og verjumál og meira praktisk mál sum at geva føroyingum møguleikan at fáa eitt danskt cpr- nummar, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen umrøddu eisini avbjóðingarnar í sambandi við, at Føroyar vilja hava størri uttanríkispolitiskar ræsur. Partarnar avráddu at arbeiða víðari við føroyska ynskinum.

Í góða veðrinum í Vestmanna vitjaðu løgmaður og danski forsætisráðharrin í Miðnámi, Vindrøkt og SEV. Seinnapartin varð farið til Havnar, har Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen vitjaðu Løgtingið og skipasmiðjuna MEST.

Johan í Niðristovu, stjóri á Vindrøkt, Mette Frederiksen, forsætisráðharri og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við vindmyllurnar í Vestmanna.

Mette Frederiksen og Bárður á Steig Nielsen svaraðu fleiri spurningum frá næmingunum í Miðnámi í Vestmanna

"Det har været et fantastisk besøg på Færøerne. Man kan ikke kun sidde i København og vurdere, hvad der er vigtigt for Færøerne. Derfor er jeg glad for at komme herop og mødes med lagmanden, repræsentanter for Lagtinget og  færøske virksomheder. Jeg har oplevet hvordan den grønne omstilling er på vej frem. Det var meget inspirerende at opleve alle de gode løsninger hos SEV. Og godt at få trykket hånd med medarbejderne på skibsværftet MEST. Og opleve så mange skiftende årstider på blot en enkelt dag", sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri.

Danski forsætisráðharrin fer av landinum í morgin.

Løgmaður greiðir danska forsætismálaráðharranum um Vestmannafjørð