07.01.2015 · Løgmansskrivstovan

Møguleiki at søkja stuðul úr Arktisku samstarvsskránni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum

Nú ber til at søkja um pening til úr Arktisku Samstarvsskránni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2015 – 2017.

 

Endamálið við arktisku samstarvsskránni er at stuðla tilgongdum, verkætlanum og tiltøkum, ið stuðla uppundir burðadygga menning í Arktiska økinum. Tey raðfestu høvuðsøkini eru:

 

•             Fólkið í Arktis

•             Burðardygg vinnumenning

•             Umhvørvi, náttúra og veðurlag

•             Útbúgving og førleikamenning 

 

Fíggjarætlanin fyri samstarvsskránna er 6 milliónir krónur. Nordregio, ið er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, umsitur játtanina. Umsóknarfreistin er 23. januar 2015.

 

Til ber at lesa meira niðanfyri:

http://www.nordregio.se/arcticprogramme

http://www.nordregio.se/