26.02.2021 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður: Vit gera nógv rætt í Føroyum

Løgmaður: Vit gera nógv rætt í Føroyum

 Føroyar eru í løtuni eitt av teimum fáu londunum í heiminum, har tað ber til at staðfesta, at eingin persónur hevur koronusmittuna. Í dag er seinasti smittaði persónurin staðfestur frískur.

”Hetta vóru frálík tíðindi at fáa, nú arbeiðsvikan er við at halla. Í Føroyum hava vit gjørt nógv rætt. Ein styrki hevur verið, at vit hava hildið fast um somu ætlan við at kanna, spora og avbyrgja. Gaman í hava vit ikki verið samd í øllum lutum, men hvørja ferð smittuhóttanin er vaksin, hava vit øll drigið eina línu og steðgað smittuni. Eg eri takksamur fyri stríðið, ið øll hava verið ígjøgnum seinasta árið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmaður leggur dent á, at um vit vilja varðveitu sjáldsomu góðu støðuna, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Koronasmittan kann bæði skjótt og brádliga taka dik á seg aftur. Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni.

”Vit hava stórt sæð livað frítt og frælst í Føroyum, men kortini eru nakrar fáar avmarkingar eftir. Vit í landsstýrinum hyggja í løtuni eftir, hvørji stig eiga at verða tikin komandi mánaðirnar í mun til galdandi tilmæli. Við ongum smittaðum í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri og fleiri verða koppsett, er grundarlag fyri at gera nakrar tillagingar. Seinni í komandi viku fara vit at kunna um ætlaðu broytingarnar, vísir løgmaður á.

Fyri fyrstu ferð síðani tann 3.juli 2020 er eingin koronasmitta staðfest í Føroyum