25.06.2019 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður við at skriva føroyska kirkjusøgu

Løgmaður við at skriva føroyska kirkjusøgu

Løgmaður var fyrrapartin við at skriva kirkjusøgu í Havnar kirkju. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava føroyskir myndugleikar løggilda okkara egnu Altarbók.

Fram til 2007 var Fólkakirkjan undir donskum málsræði, og tí vóru tað umboð fyri danska kongsríkið, sum løggildaði Altarbók, Ritualbók og Sálmabók í Føroyum.

Eftir yvirtøkuna er tað uppgávan hjá løgmanni at løggilda Altarbók Føroya.

Undir bókaframløguni fyrrapartin, vísti løgmaður millum annað á, at tað var ein stórur heiður at vera tann fyrsti at løggilda Altarbókina.

”Eg skal vegna landsstýrið takka tykkum øllum fyri tað stóra arbeiðið, sum er lagt í at fáa bøkurnar útgivnar. Eg vil her at enda ynskja tykkum øllum Guds signing og hepna hond við arbeiðinum framyvir”, segði Aksel V. Johannesen millum annað.

Umframt Altarbókina, verður á fyrsta sinni givin út Handbók Føroya kirkju, sum er ein leiðbeining til altarbókina. Eisini verður sálmabókin givin út av nýggjum í fimm ymiskum útgávum, og sum nakað heilt nýtt, verður sálmabókin í dag eisini virkin sum ein app.

Finnur Justinussen hevur tikið myndirnar.