09.04.2018 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður vertur fyri ríkisfundi í summar

Løgmaður vertur fyri ríkisfundi í summar

RÍKISFUNDUR: Forsætisráðharri Danmarkar og landsstýrisformaður Grønlands koma til Føroya í summar

Tann árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum verður tann  11. og 12. juni.

Í ár er Aksel V. Johannesen, løgmaður, vertur fyri fundinum og í hesum sambandi koma forsætisráðharri Danmarkar og frú og landsstýrisformaður Grønlands og frú til Føroyar.

Seinni fæst nærri at vita, hvør skráin fyri ríkisfundin verður.

Seinastu ferð ríkisfundur var í Føroyum var í 2014.