07.06.2022 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður undirskrivað yvirlýsing um at byggja nýtt fongsul í Føroyum

Løgmaður undirskrivað yvirlýsing um at byggja nýtt fongsul í Føroyum

Bárður á Steig Nielsen løgmaður og danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, skrivaðu fyri løtu síðani undir eina ætlanaryvirlýsing, um at danska stjórnin nú fer undir arbeiðið at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum.

“Hetta er ein fantastiskur dagur fyri Føroyar. Vit hava strongt á fyri at fá eitt nýtt og tíðarhóskandi fongsul í Føroyum. Eg fegnist um, at tað í góðum samstarvið við donsku stjórnina, nú ber á mál. Hetta er ein týdningarmikil varði fyri føroysku rættartrygdina, tí tað er ein mannarættur at kunna sita dóm í sínum egna heimlandi. Eg gleðist um, at umstøðurnar nú vera virðiligar og tíðarhóskandi,” 
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Fyrireikingarnar til arbeiðið fara í gongd beinanvegin, og væntandi verður fongslið klárt at taka í nýtslu í 2030.

Kriminalforsorgin, sum varar av fongsulsviðurskiftunum í Føroyum, er felags málsøki. Fongsulsviðurskiftini hava leingi verið ótíðarhóskandi. Í 2021 bleiv ein danskt/føroyskur arbeiðsbólkur settur at greina viðurskiftini, og niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at besta loysnin var at byggja nýtt fongsul. Frágreiðingin frá 2021 kann lesast her.

Yvirlýsingin kann lesast her.