30.09.2019 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður til setanina í fólkatinginum í morgin

Løgmaður til setanina í fólkatinginum í morgin

FÓLKATINGIÐ: Fólkatingið verður sett í morgin

Løgmaður verður staddur á Christiansborg, tá ið fólkatingið verður sett fyrrapartin í morgin.

Hvørt ár verður fólkatingið sett fyrsta týsdag í oktober. Drotningin og kongafamiljan eru vanliga við til setanina. Eisini flytir forsætisráðharrin fram røðu.

Hósdagin verður røðan hjá forsætisráðharranum viðgjørd í fólkatinginum.