15.05.2021 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður sent Hansara kongligu tign prins Christiani eina heilsan

Løgmaður sent Hansara kongligu tign prins Christiani eina heilsan

Løgmaður hevur í dag vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk ynskt Hansara kongligu tign prins Christiani hjartaliga til lukku við fermingini. Eisini varð honum ynskt ein blíðan byr á lívsleiðini við ynskjum um Guds signing.

Hansara kongliga tign prins Christian var við í Føroyum, tá ið krúnsprinshúski vitjaði  í 2018.

Mynd: Franne Voigt/Kongshúsið