09.04.2021 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður sent bretska kongshúsinum samhugaskriv

Løgmaður sent bretska kongshúsinum samhugaskriv

Í sambandi við, at Philip prinsur, hertogi av Edinburgh, andaðist fyrr í dag, hevur løgmaður sent bretska kongshúsinum samhugaskriv,

Í skrivinum sigur løgmaður, at hann vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri sýnir samkenslu við hennara hátign Elisabeth drotning, bretska kongshúsinum og bretska fólkinum, nú Philip prinsur andaðist.