25.08.2020 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður og Mette Frederiksen viðgjørt ríkisfelagsskapin

Løgmaður og Mette Frederiksen viðgjørt ríkisfelagsskapin

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava á fundi fyrrapartin viðgjørt samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Fleiri viðurskifti í ríkisfelagsskapinum eru í løtuni í einari spennandi legu, og løgmaður og danski forsætisráðharrin eru á einum máli um, at mongu møguleikarnir í ríkisfelagsskapinum eiga at verða gagnnýttir til fulnar.