13.09.2021 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður heiðraði Breyðvirkinum

Løgmaður heiðraði Breyðvirkinum

Breyðvirkið var kosið ársins íverksetari á árliga tiltakinum hjá Íverksetarahúsinum.

Løgmaður segði soleiðis, áðrenn hann handaði Breyðvirkinum Granan:

Tað at vit í Føroyum eiga so nógv fólk við kreativum hugskotum, er ein av fortreytunum fyri, at vit, her úti í Norðuratlantshavið, hava eitt topmodernað samfelag.

Vit liva í eini tíð við stórum broytingum, og har tørvur meir enn nakrantíð er á at hugsa nýtt og innovativt.

At vit í Føroyum hava eitt virkið íverksetaraumhvørvið er avgerandi fyri okkara framtíðarmenning, virðisskapan og trivnað.

Ársins íverksetari var ein av fyrstu verkætlanum á hópfíggingarportalinum. Undirtøkan var stór, og tað gingu ikki nógvir tímar, áðrenn tær høvdu rokkið fíggjarliga málinum, sum tær høvdu sett sær á portalinum. Eftir bara 30 tímum høvdu tær fingið 100% av ynsktu fíggingini.

Nakrar mánaðir seinni – tá korona herjaði um allan heimin og sama dag, sum fyrsti føroyingurin varð smittaður av korona – lat ársins íverksetari dyrnar upp fyri sínum virksemi. Vit kunnu sostatt staðfesta, at ársins íverksetari longu frá byrjan hevur lært at tillaga virksemið eftir truplu umstøðunum, sum korona hevur havt við sær. Kortini megnar ársins íverksetari at vísa á eitt gott fíggjarligt úrslit.

Ársins íverksetari hevur í nógv ár havt ein dreym um at byrja egið virksemi við eini dygdargóðari og vistfrøðiligari vøru. Tær byrjaðu at menna sína vøru í tí smáa og áðrenn tær vistu av, høvdu tær avtalað at stovna sítt egnað virki. Og soleiðis gekk – virksemið byrjaði í mars 2020.

Við dirvi, áræði og nýhugsan hevur ársins íverksetari endurskapt tað gamla bakaríið og gjørt tað til eina servinnu. Talan er um eitt lítið breyðvirki, sum ger eina ávísa nøgd hvønn dag, helst uttan matoysl, so burðardygt og vistfrøðiliga sum møguligt. Tað, sum sermerkir vøruna, er súrdeiggið og framleiðslan úr hesum.

Ársins íverksetari húsast í hølinum hjá gamla Activ í Jónas Broncks Gøtu í Havn. Tær báðar Fríða Hansen og Randi Olsen eiga og reka fyritøkuna, sum í ár verður kosin “ársins íverksetari.

Ársini Íverksetari er Breyðvirkið!