17.01.2022 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á fundi við Mette Frederiksen

Løgmaður á fundi við Mette Frederiksen

Løgmaður hevur í dag verið á fundi við danska forsætisráðharran Mette Frederiksen í Keypmannahavn.

Á fundinum umrøddu tey ymisk týðandi mál millum Føroyar og Danmark. Eitt nú, hvussu arbeiðið í nýggja  uttanríkis,- trygdar,- og verjupolitiska samstarvsráðnum, skal skipast framyvir. Føroyar hava í løtuni formansskapin í ráðnum, og fyrsti fundur verður í Føroyum í juni. Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu eisini spentu støðuna í Ukraina.

Løgmaður nýtti eisini fundin til at gera vart, at tað er óheppið, at danskir myndugleikar ikki hava tikið ynskið um betraði fongsulsviðurskifti í Føroyum við, nú nýggj langtíðaravtala er gjørd um karmarnar hjá Kriminalforsorgini.