02.10.2017 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á Christiansborg í morgin

Løgmaður á Christiansborg í morgin

FÓLKATINGIÐ: Fólkatingið verður sett í morgin

Løgmaður verður staddur á Christiansborg, tá ið fólkatingið verður sett fyrrapartin í morgin.

Hvørt ár verður fólkatingið sett fyrsta týsdag í oktober. Drotningin og kongafamiljan eru vanliga við til setanina. Eisini flytir forsætisráðharrin fram røðu.