06.03.2019 · Løgmansskrivstovan

Løgfrøðingur til lógartænastuna á Løgmansskrivstovuni

Løgfrøðingur til lógartænastuna á Løgmansskrivstovuni

LØGFRØÐINGUR TIL LÓGARTÆNASTUNA Í LØGMANSSKRIVSTOVUNI

Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug til at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsfyrisitingini? So er hetta starvið á lógartænastuni kanska nakað fyri teg.

Talan er um eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið
Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða eftirkanning av lógar- og kunngerðaruppskotum, málsviðgerð, at ráðgeva løgmanni og leiðslu innan títt fakøki, lógar- og kunngerðarsmíð hjá Løgmansskrivstovuni og at vera við at skipa fyri skeiðum um lógardygd o.a.

Titt fakøki er í løtuni m.a: Persónsupplýsingarlóg, Lóg um forboð fyri privatum vakmyndatólum, Vápnalóg, Ítróttarvedding, Lóggáva um eydnuspæl, Lóg um almenna innsavning, Lóg um almenna uppboðssølu við uppboðssøluleiðara, Brúkaraverndarlóg í.s.v. at keypa og selja fastogn, Keypilóg, Kredittkeypilóg, Avtalulóg, Brúkaraavtalulóg, Tryggingaravtalulóg og ikki vinnurekandi grunnar og feløg.

Førleikakrøv
Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur. Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og tú sýnir ábyrgd og skilvísi. Tú ert ágrýtin, og tær dámar væl avbjóðingar. Tú dugir væl at samskifta og arbeiða saman við øðrum, og tú dugir væl føroyskt í skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan fyrisiting og kunnleika til tey fakøki, sum tú fert at hava ábyrgd av. Raðfesta uppgávan innan hetta fakøkið er í løtuni at gera uppskot til nýggja persónsupplýsingarlóg, sum skal tillaga føroysku persónsupplýsingarlóggávuna til GDPR.

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Í fyrstu syftu er talan um eitt tíðaravmarkað farloyvisstarv inntil 1. mai 2020.

Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, hini stjórnarráðini og stovnar undir stjórnarráðunum. Tænastustaðurin er í løtuni Løgmansskrivstovan.

Nærri kunning um starvið
Eru spurningar, eru umsøkjarar vælkomnir at venda sær til Nellu Festirstein, deildarstjóra, á tel. 558076 ella senda teldubræv til nellaf@tinganes.fo

Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Løgmansskrivstovan
Postrúm 64, Tinganes
110 Tórshavn

ella við telduposti til: info@tinganes.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2019. Starvið verður sett 1. mai ella eftir avtalu.

Um Løgmansskrivstovuna

Løgmansskrivstovan er fyrisiting løgmans og er skipað í stjórnartænastu, lógartænastu, umsiting og ritaraeind. Á Løgmansskrivstovuni eru 21 starvsfólk, harav 5 eru staðsett á lógartænastuni.

Lógartænastan hevur fakligu ábyrgdina av løgmálum, sum fevnir um bæði lóggávu, sum er undir føroyskum málsræði, og so ríkislóggávu. Lógartænastan ráðgevur øðrum stjórnarráðum í lógartøkniligum spurningum og eftirkannar lógar- og kunngerðaruppskot. Lógartænastan hevur ábyrgd av logir.fo og Kunngerðarportalinum.