09.12.2020 · Løgmansskrivstovan

Lógaruppskot um at keypa fastogn kemur í næstum

Lógaruppskot um at keypa fastogn kemur í næstum

Løgmansskrivstovan arbeiðir í løtuni við málinum um møguleikan hjá útlendingum at keypa fastogn í Føroyum. Tað eru enn ivamál, sum støða skal takast til saman við øðrum myndugleikum, áðrenn uppskotið verður liðugt. Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum í dag hevur svarað skrivligum § 52a fyrispurningi frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum.

”Eg haldi, at endamálið við at áseta reglur á hesum økinum eigur at vera, at vit onkursvegna tryggja okkum, at tey, sum eiga fastogn í Føroyum, hava tilknýti til Føroyar. Eisini er neyðugt at byrgja uppfyri, at útlendingar ikki eiga alt ov nógvar fastognir í ávísum økjum í landinum. Hinvegin mugu vit heldur ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum”, svarar løgmaður millum annað.

Løgmaður væntar, at lógaruppskotið um at keypa fastogn fer til ummælis tíðliga í komandi ári.

Sí svar løgmans her