25.02.2026 · Løgmansskrivstovan

Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 2026

Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 2026

Hósdagin tann 26. mars 2026 skulu føroyingar aftur á løgtingsval.

Løgmaður hevur í dag frá løgtingsins røðarapalli boðað frá, at hann, sambært grein 15, stk. 2 í løgtingsvallógini, hevur avgjørt at skriva út val at vera hósdagin 26. mars 2026.

Seinasta løgtingsval var tann 8. desember 2022.