23.02.2024 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður vitjað Suðuroynna

Løgmaður vitjað Suðuroynna

Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í heyst varð vitjað norðanfyri, og í gjár gekk leiðin til Suðuroynna. Endamálið við túrinum er hitta fólk í øllum aldursbólkum og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

Blíðskapur, spennandi vitjanir og góð prát
Dagurin byrjaði á skúladeplinum, har løgmaður vitjaði Miðnámsskúlan og Heilsuskúlan. Leiðin gekk síðani til Sev í Porkeri, handilin hjá Seyvari í Vági og hølini hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í Nesi. Dagurin endaði á Tvøroyri við fundi og døgurða saman við øllum borgarstjórunum í Suðuroy.

Løgmaður takkar fyri stóra blíðskapin, áhugaverdar framløgur, kjak og prát, ið myndaðu dagin.

Mær dámar væl at koma runt um landið og at tosa við fólk. Tað er týdningarmikið at hoyra um tær góðu søgurnar, møguleikar fyri framman og avbjóðingar, ið fylla hjá fólki.   
Aksel V. Johannesen, løgmaður

Myndir frá degnum

Næmingar á Miðnámskúlanum og Heilsuskúlanum høvdu fyrireikað seg væl at taka ímóti løgmanni og settu nógvir sera viðkomandi spurningar. Prát og spurningar snúðu seg um eitt nú framtíðina í Suðuroynni, politikk, næmingaheim og løn undir útbúgving. 

Løgmaður vitjaði eisini báðar skúlarnar og fekk millum annað kunning frá starvsfólkunum um spennandi møguleikar at menna fleiri skúlatilboð á Skúladeplinum í Suðuroynni. Løgmaður saman stjóranum á Heilsuskúlanum, Vivie Davidsen, og rektaranum á Miðnámskúlanum, Rósa Heinesen. 

SEV greiddi frá ” Suðuroynni – sum grøn royndarstova” og spennandi grønu tøkunum fyri framman. Vitjað varð somuleiðis í vindmyllulundini í Porkerishaganum. 

Umframt góð prát saman við Seyvari og øðrum, fekk løgmaður millum annað møguleika at síggja Ruth Smith-savnið. 

Løgmaður saman við pørtum av manningini hjá Bjargingarfeløgunum i sunnaru og norðaru helvt av Suðuroynni. 

Løgmaður saman við borgarstjórunum í Suðuroynni. Á fundinum vórðu týdningarmikil evni umrødd, so sum framtíðarútlit hjá oynni, eldraøkið og samferðsla.