06.11.2026 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður vitjað í Suðuroynni

Løgmaður vitjað í Suðuroynni

Mynd: Jóni Brandsson Christiansen

Løgmaður, Beinir Johannesen, er við jøvnum millumbilum á vitjan kring landið, og hesa ferð gekk leiðin til Suðuroyar.  

Løgmaður byrjaði dagin við at vitja Miðnámsskúlan og Heilsuskúlan, áðrenn leiðin gekk á Suðuroyar sjúkrahús, Delta Seafood og Ítróttaháskúlan í Vági. Seinni var fundur við allar borgarstjórarnar í oynni. 

Um kvøldið varð vitjað hjá Títt Rúm á Tvøroyri, áðrenn løgmaður møttist við nýstovnaða Suðuroyar Vinnulívsfelag. 

Hoyr løgmann greiða frá í video niðanfyri: