Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í gjár vitjaði løgmaður, Beinir Johannesen, í Sandoynni. Endamálið við túrinum er at hitta fólk og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.
"Tað hevur stóran týdning fyri meg at hoyra, hvat føroyingar hava upp á hjartað, og tí ætli eg mær at vitja javnan kring landið.", sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Dagurin byrjaði í nýggjari útstykking uppi á Ryggi á Sandi, har løgmaður hitti nakrar barnafamiljur, ið hava valt at seta búgv har. Eftir hetta savnaðust næmingar úr 6. og 7. flokki á Sandoyar Meginskúla og settu spurningar til løgmann um mong ymisk evni.
Í Skálavík savnaðust borgarstjórar í oynni at hitta løgmann.
Eisini varð vitjað í Dali, hjá MBM í Skálavík, á eldrasambýlinum Skerið í Skopun og í Búrhandilinum í Skopun.
Sí myndir og video niðanfyri, har løgmaður greiðir frá:




