
Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í dag vitjaði løgmaður, Aksel V. Johannesen, í Eysturoynni. Endamálið við túrinum er at hitta fólk og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.
"Tað hevur stóran týdning at brúka orku og tíð upp á at hoyra um góðu søgurnar kring landið og svara spurningum, sum bæði vinna, lesandi og onnur hava til landsstýrið", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Dagurin byrjaði á Miðnámi á Kambsdali, har leiðslan greiddi frá virkseminum á skúlanum. Eftir hetta savnaðust næmingar í auluni, har skúlakórið sang, løgmaður segði nøkur innleiðandi orð, og næmingar fingu høvið at spyrja løgmann spurningar um fleiri ymisk politisk evni.
Á Miðnámi á Kambsdali er stór útbygging og umbygging, sum bindur skúlan betur saman við felagsfunktiónum. Sumt er tikið í nýtslu, og løgmaður slapp at síggja fleiri skúlastovur í nýggja partinum av skúlanum.
Leiðin gekk síðani til Norðfra í Leirvík, har løgmaður vitjaði á virkinum og fekk at vita um framtíðarætlanir hjá fyritøkuni. Dagurin endaði á Rásini í Saltangará, har næmingar tóku ímóti við sangi og vístu nýggju umstøðurnar fram.
Løgmaður takkar fyri stóra blíðskapin, áhugaverdar spurningar, kjak og prát, ið myndaðu dagin.