26.11.2026 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður: Vit standa saman við íslendsku tjóðini í sorgini

Løgmaður: Vit standa saman við íslendsku tjóðini í sorgini

Í dag frættist, at trý fólk lótu lív í vanlukku við íslendska fiskiskipinum Jökull. Í hesum sambandi hevur løgmaður, Beinir Johannesen, sent samkensluskriv til íslendska forsætisráðharran, Kristrún Frostadóttir. 

Í skrivinum ber løgmaður familjum og avvarðandi sína djúpastu samkenslu. Eisini staðfestir løgmaður, at í hesi sváru stund standa vit í Føroyum saman við íslendsku tjóðini í sorgini.

Les alt samkensluskrivið her.