
Løgmaður hevur í dag sett eina nýskipanarnevnd, sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.
- Trýstið á vælferðarsamfelagið økist alsamt. Tørvur er tí á nýhugsan og skipanarligum broytingum, sum tryggja fíggjarligt haldføri og vælferðartænastur, ið svara til framtíðartørvin hjá borgarunum. Vit skulu snøgt sagt fáa meira fyri minni, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen.
Nevndarlimir
Nevndin er mannað við óheftum fakfólkum, sum eru vald eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
· Ben Arabo, stjóri í Framtaki (formaður)
· Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
· Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri
· Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera
· Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali
· Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
Umframt omanfyrinevndu eru John Rajani, løgmansstjóri, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, eisini partur av nevndini.
Endamál og arbeiðssetningur
Nevndin skal í tøttum samstarvi við politisku skipanina greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Arbeiðið byggir á fakligar greiningar, brúkarakanningar og samanberingar við aðrar skipanir. Nýskipanirnar skulu grundast á haldføri, javnrættindi og skynsama gagnnýtslu av tilfeingi.
Nevndin fær hjálp frá nýskipanarskrivstovuni, ið verður skipað sum deild í Fíggjarmálaráðnum við serkønum starvsfólki í talgreining, løgfrøði og stjórnmálafrøði. Skrivstovan skal stuðla nevndini við greiningum og fakligari ráðgeving.
Nevndin fer til verka beinanvegin og ætlanin er, at nevndin leypandi skal koma við tilmælum til politisku skipanina um nýskipanir.