23.02.2026 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður: Øll arbeiða fyri einum tryggum Suðuroyartunli

Løgmaður: Øll arbeiða fyri einum tryggum Suðuroyartunli

- Fyrst vil eg vísa á, at øll, ið taka lut í fyrireikingunum, arbeiða fyri, at ein møguligur Suðuroyartunnil verður tryggur. Drúgvar mannagongdir og góðkenningartilgongdir mynda arbeiðið, sum er at koma fram til tryggastu loysnina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu. 

- Løgtingið tekur ikki støðu til ein lidnan tunnil nú, men til eina tilgongd, har tunnilin bert kann gerast og latast upp, um fakligir myndugleikar staðfesta, at trygdin er nøktandi.

Løgmaður vísir á, at altjóða tunnilstrygdarreglur eru í høvuðsheitum bygdar á vanligar fortreytir sum ferðslumongd og tunnilslongd. Tá ein tunnil fellur uttan fyri hesar standardfortreytir, leggja reglurnar í staðin upp til, at trygdarstøðið verður staðfest við ítøkiligum váðametingum av samlaðu loysnini.

Tað er beinleiðis ásett í norsku Tunnelsikkerhetsforskriften, at myndugleikin kann góðkenna aðrar trygdarloysnir enn standardkrøvini.

- Tað er ikki rætt at lýsa støðuna soleiðis, at trygdarkrøv verða sett til viks. Heldur er talan um at gera sum reglurnar sjálvar leggja upp til – eina váðagrundaða meting í serligum førum, skrivar løgmaður í svarinum.

- Við øðrum orðum: Ikki minni trygd – men ein onnur trygdarlýsing, sum hóskar til lága ferðslu og umstøðurnar annars.

Les alt svarið her.