Í røðu sínari á ársins Norðurlandaráðsfundi legði løgmaður, Beinir Johannesen, dent á, at politiska skipanin í Føroyum stendur saman um fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
- Føroyar krevja eitt greitt svar. Helst í ár, men í seinasta lagi á ársfundinum komandi ár er avgerandi, at vit fáa eitt ja ella eitt nei til at broyta Helsingforsavtaluna, so Føroyar fáa fullan og sjálvstøðugan limaskap, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Tað var í 2024, at tað var einmælt samtykt í Norðurlandaráðnum, at ein arbeiðsbólkur skuldi koma við uppskoti til, hvussu Áland, Føroyar og Grønland fáa fullan limaskap.
Arbeiðið er ikki komið á mál enn, hóast tað var ásett fyrr í ár, at arbeiðið skuldi leggjast fram á ársfundinum í Helsinki hesa vikuna.
Les røðu løgmans her.
Hoyr løgmann greiða frá her: