06.11.2026 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður biðið danska løgmálaráðharran um frágreiðing

Løgmaður biðið danska løgmálaráðharran um frágreiðing

Tað hevur týdning fyri rættartrygdina í samfelagnum, at mál verða avgreidd í rættarskipanini rættstundis, sigur Beinir Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitur lógarmál.

Tí hevur hann biðið danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen, um eina frágreiðing viðvíkjandi viðgerðartíðini í málinum um Bakkafrost.

- Tað er av stórum týdningi, at mál, sum verða meldað til løgregluna, verða avgreidd í rímiligari tíð, og neyðugu stigini verða tikin áðrenn mál fyrnast, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.