09.10.2026 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á útnorðurfundi og Arctic Circle í Íslandi

Løgmaður á útnorðurfundi og Arctic Circle í Íslandi

Løgmaður var í farnu viku í Íslandi, har hann luttók á útnorðurfundi millum stjórnarleiðararnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Eisini helt hann røðu á stóru arktisku ráðstevnuni Arctic Circle. 

Eftir fyrsta útnorðurfund á stjórnarleiðarastigi er avgjørt, at Føroyar, Grønland og Ísland framyvir fara at hava árligan fund millum stjórnarleiðararnar í teimum trimum útnorðurlondunum.

Løgmaður, Beinir Johannesen, segði soleiðis eftir vitjanina í Reykjavík, har hann og íslendski starvsfelagin, Kristrún Frostadóttir og grønlendski starvsfelagin, Jens-Frederik Nielsen, hittust:

“Útnorðurlond hava nógvar av somu avbjóðingunum og møguleikunum, og tí er tað natúrligt at samstarva meira. Vit eru starvsfelagar, sum finna væl útav tí saman og ynskja at knýta bondini enn tættari."

55575433015 2Cdac7Ef22 O55576661039 E00E389Eb8 O

Løgmaður helt røðu á Arctic Circle 2026

Eisini helt løgmaður røðu á stóru arktisku ráðstevnuni Arctic Circle. Røðan snúði seg millum annað um, at í Føroyum er avgerandi at tillaga seg til broyttar umstøður.

Eisini kom løgmaður inn á, at avgerðirnar um Føroyar skulu takast av føroyingum.

Í hesum sambandi vísti hann til orðini hjá grønlendska starvsfelaganum, Jens-Frederik Nielsen, sum segði, at avtalan millum Grønland, USA og Danmark var ein avtala við Grønland - og ikki bara um Grønland.

Røðan kann lesast her.

55577562619 4A321Aef00 O (1)