17.06.2023 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

Løgmaður á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

SUMMARFUNDUR: Á fundinum luttaka allir forsætisráðharrarnir í Norðurlondum. Serligur gestur á fundinum hesuferð er Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada.

Í døgunum 25. og 26. juni tekur løgmaður lut á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum. Fundurin í ár verður hildin í Vestmannaoyggjum. Á fundinum skulu forsætisráðharrarnir millum annað umrøða, hvussu til ber at styrkja um mótstøðuførið í samfelagnum í ljósinum av broyttu heimsstøðuni.

Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Á fundinum luttekur eisini aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Norðurlendsku for­sætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj mál á skrá.

Visti tú, at...

 Í ár eru 50 ár síðan herviliga eldgosið í Vestmannaoyggjum í 1973, ið gjørdi stóran skaða. Eftir náttúruvanlukkuna spældu norðlendsku londini ein týðandi leiklut í arbeiðinum at endurreisa økið.