01.04.2021 · Løgmansskrivstovan

Liðugt koppsett noyðast ikki í heimauppihald

Liðugt koppsett noyðast ikki í heimauppihald

Frá í dag er ikki neyðugt hjá ferðandi, sum kunnu vátta, at tey eru liðugt koppsett, at fara í seks daga heimauppihald við komu. Fyri at verða roknaður sum liðugt koppsettur skal ein persónur, umframt neyðugu prikini, eisini hava fingið seinasta prikið fyri minst átta døgum síðan.

Tilmælið um seks daga heimauppihald hevur verið galdandi síðan í fjør summar. Men 5. mars gjørdi landsstýrið av at fara frá tilmælinum um seks daga heimauppihald fyri liðugt koppsett frá 1. apríl at rokna.

Hóast farið er frá tilmælinum um heimauppihald fyri liðugt koppsett, verður heitt á øll – eisini koppsett – um at halda onnur tilmæli um reinføri, frástøðu og annað.

Les galdandi tilmæli frá landsstýrinum her.