26.07.2023 · Løgmansskrivstovan

Leyst starv sum móttøkufólk í Tinganesi

Leyst starv sum móttøkufólk í Tinganesi

Vilt tú gerast partur av fjølbroytta og dugnaliga toyminum á Løgmansskrivstovuni? So hava vit kanska rætta starvið til tín.

Løgmansskrivstovan leitar eftir nýggjum starvsfelaga til eitt hálvtíðarstarv sum móttøkufólk í Tinganesi. Í móttøkuni møtir tú nógvum gestum og fyrispurningum gjøgnum dagin. Um tú trívist við skiftandi uppgávum og at samskifta andlit til andlits, er hetta møguliga rætta starvið til tín at søkja.

Freistin er hósdagin 10. august. Les meira her.