27.10.2026 · Løgmansskrivstovan

Leyst starv: Aðalstjóri til Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Leyst starv: Aðalstjóri til Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Søkt verður eftir einum dugnaligum og framskygdum aðalstjóra til Uttanríkis- og fiskimálaráðið. 

Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum (UFMR).

UFMR fevnir um Uttanríkistænastuna og Fiskivinnudeildina. Stovnar undir UFMR eru Havstovan og Vørn. Aðalstjórin er ovasti stjóri fyri UFMR.

Aðalstjórin ráðgevur í fakligum spurningum og politiskum viðurskiftum í sambandi við, at mál hjá landsstýrinum skulu fremjast.

Les starvslýsingina her.