16.02.2022 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum loystur úr starvi

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum loystur úr starvi

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.

Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi.

Sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 2 frá 6. januar 2022 § 44 stk. 3, røkir løgmaður fyribils fíggjarmál.