02.12.2025 · Løgmansskrivstovan

Landsstýriskvinnan í barna- og útbúgvingarmálum loyst úr starvi

Landsstýriskvinnan í barna- og útbúgvingarmálum, Súsanna Bertholdsen, hevur í dag biðið løgmann um at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29, stk. 1.

Løgmaður hevur loyst landsstýriskvinnuna úr starvi.

Løgmaður hevur gjørt av at endurtilnevna Djóna Nolsøe Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, sum landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum.