28.02.2020 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot

LØGTINGIÐ: Hesa tingsetuna hevur landsstýrið latið Løgtinginum á alt 54 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

Landsstýrið hevur seinastu dagarnar latið Løgtinginum í alt 27 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá flest øllum stjórnarráðum.

Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru:

  • Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
  • Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar 
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttarøkið)
  • Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul, gransking, menning og nýskapan
  • Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)

Uppskotið um at skatta vinningin av fiskiloyvum verður latin Løgtinginum í næstum við 17 undirskriftum. Talan er um eina serlóg við ávísum løgfrøðiligum avbjóðingum, sum fyrisitingin arbeiðir við í løtuni.

Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 54 uppskot fyri Løgtingið. Talan er um løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar

UM FREISTINA AT LATA LØGTINGINUM UPPSKOT

Sambært § 54 í tingskipanini skulu uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar - fyri at verða viðgjørd - verða framløgd innan 8. mars. Sambært § 38 í tingskipanini, skulu hesi uppskot vera formanninum í hendi í seinasta lagi 6. yrkadagin frammanundan.