14.05.2021 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrið broytir heimauppihaldið

Landsstýrið broytir heimauppihaldið

Góða smittugongdin og støðuga framgongdin við at koppseta hevur við sær, at Landsstýrið nú heldur tað er ráðiligt at taka nøkur varislig stig afturat, so vit nærkast enn meira einum vanligum gerandisdegi. Tað boðaði løgmaður frá tíðindafundi seinnapartin.

Í stuttum eru tilmælini hesi:

  • Kravda kanningin við komu og aftur fjórða dag heldur fram.

  • Frá í dag verður heimauppihaldið millum komu og fjórða dagin tillagað. Tær einastu avmarkingar fyrstu fýra dagarnar hjá teimum, sum ikki eru koppsett, er at halda seg frá størri mannfjøldum, har smittan skjótt kann nørast. Hetta kann verða føðingardøgum, veitslum, náttarlívinum, kirkju- og samkomum og størri ítrótta og tónleikatiltøkum.

  • Fólk, ið eru liðugt koppsett, og tað eru gingnir átta dagar síðandi seinna prikið, sleppa undan at fara í 4 daga heimauppihald. Fólk, ið hava havt koronusmittuna, staðfest við einari PCR kanning, og tað eru 10 dagar farnir síðani positivu royndina, sleppa eisini undan tilmælinum um 4 daga heimauppihald.

  • Frá 1. juni verður møguligt at lata seg kanna allar dagarnar í vikuni – eisini hósdag og sunnudag.

  • Markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu koma saman, er framvegis 500 fólk.

  • Tær almennu ferðavegleiðingar eru framvegis galdandi. Tað merkir, at øll lond eru býtt upp í gul, appelsingul og reyð lond.

Á tíðindafundinum segði løgmaður:

“Fyritreytin fyri øllum tillagingum er okkara smittustøðu. Er hon framhaldandi á einum rímuligum støði fara vit vónandi og væntandi at hava eitt vanligt summar. Men broytist smittustøðan grundleggandi, verður vent aftur til fleiri avmarkingar.”