14.12.2020 · Løgmansskrivstovan

Korona: Nú ræður um at taka seinastu tøkini á mál

Korona: Nú ræður um at taka seinastu tøkini á mál

Jólahøgtíðin og nýggjárið kunnu fara at teljast millum okkara seinastu stóru avbjóðingar í koronastríðnum, og tí ræður nú um at taka seinastu tøkini á mál. Tað segði Bárður á Steig Nielsen løgmaður á tíðindafundi fyri løtu síðan, tá ið landsstýrið legði síni koronutilmæli fyri jólahøgtíðina fram.

Løgmaður vísti á, at smittan aftur er farin at gera um seg í okkara samfelag. Uttanfyri fyri Føroyar er smittutrýstið rættiliga høgt – og tað ávirkar eisini okkum.

Landsstýrið ger tí nú fleiri broytingar, ið hava eittans endamál: At tálma um smittuvandan.

Í stuttum snúgva broytingarnar seg um:

  • Ferðandi eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
  • Ferðandi eiga at fara í heimauppihald til, at tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag.
  • Ferðandi eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ.
  • Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í samráð við Landsstýrið avgjørt at avlýsa gudstænasturnar jólaaftan og jóladag. Landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama.
  • Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17.desember til og við 3. januar 2021 lata aftur klokkan 22.
  • Mælt verður til, at allar innandura ítróttarkappingar verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar.
  • Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman.
  • Handilsvinnan eigur at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.

Løgmaður segði á tíðindafundinum seg vera ernan av, hvussu vit sum samfelag higartil hava handfarið koronufarsóttina.

“Tað er satt at siga ótrúligt, hvussu áhaldin øll hava verið. Eg má eisini rósa øllum fyri, hvussu altrá øll hava verið at finna loysnir í hesum truplu tíðum. Vónandi nærkast vit einum enda á hesum. Nú skulu vit fyrst standa saman – við at vera hvør sær undir jólahøgtíðini og á nýggjárinum. So fer tað veruliga at lýsna. Vaksinasjónin nærkast í hvørjum – og hon fer vónandi at gera stóran mun, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Mynd: Bjarni Rubeksen, KVF.